Sosialdemokratiski flokkurin PSD vann tjóðartingið í Rumenia í gjár Sambært fyribilstølunum hava sosoaldemokratarnir fingið 36 prosent av atkvøðunum, meðan tann borgarligi miðflokkurin PD-L hevur fingið 31 prosent.
Undan valinum vístu meiningakanningar, at tað fór at standa á jøvnum millum teir báðar flokkarnar. Eygleiðarar siga, at tað var fíggjarkreppan, sum gav sosialdemokratunum sigurin.
Búskaparliga hevur Rumenia havt afturgongd í seinastuni, og tær politisku og búskaparligu nýskipaninar hava staðið í stað, skrivar Reuters.










