Sosialdemokratar á veg aftur

Nógv bendir á, at sosialdemokratiski flokkurin í Niðurlondum fer at fáa eitt gott úrslit á valinum í dag.
Flokkurin noyddist at lata valdið frá sær í mai í fjør, tá tað eydnaðist høgramanninum Pim Fortuyn at vísa á, at sosialdemokratarnir høvdu mist sambandið við teir niðurlendsku veljararnar. Flokkurin hjá Fortuyn fekk dygga undirtøku, men sjálvur varð hann myrdur. Nú vísa veljarakanningar, at fólk aftur eru til reiðar at styðja sosialdemokratarnar.
Mánadagin kunngjørdi floksformaðurin, Wouter Bos, at vinna sosialdemokratarnir stjórnarvaldið aftur, skal borgarstjórin í Amsterdam, Job Cohen, leiða stjórnina. Hann hevur gingið undan í teimum sosialdemokratisku royndunum at forða einari meiri víðgongdari lóg, sum skal avmarka rættindini hjá fremmandum at koma til Niðurlond.