Fólk, sum hava gingið á fjalli, hava nógvar hugnaligur fjalldagar at minnast aftur á – og so eru eisini dagar, har tað kanska gekst minni væl í hond.
At ganga á fjall og fletta, royta ella geva seyðinum heilivág er so sanniliga eisini sosialt fyritakssemi, har børn og ung kunnu læra av teimum royndu, tilkomnu og eldru.
Alt, sum hevur við seyð og seyðahald at gera er so sanniliga eisini ein týðandi partur av føroyskari mentan.
Tað ræður um hjá børnum og ungum at halda seg framat, og tað ræður so sanniliga eisini um hjá teimum tilkomnu og royndu at eggja og læra yngra ættarliðið.
Orð kunnu fella undir rakstri, á rættini ella undir fletting, tá tað ikki gongur væl í hond, men slíkt eigur ongantíð at verða sagt í sovorðnum anda, at tað tekur hugin frá yngra ættarliðnum at halda seg til.
Fjall og fletting skulu vera hugnaligar og sosialar løtur, sum vit minnast við gleði og takksemi.
Børn og ung, sum veksa upp við seyði og seyðahaldi, hava neyvan trupult við at gerast partur av hesum felagsskapi, og tað fellur náttúrligt at læra um seyð, rakstur, røkt og fletting.
Men, hjá tí unga, har eingin jørð og seyður eru í húsinum og sum bara verður biðin við á fjall av og á, kann vera skjótt at gerast stoyttur, um atlit ikki verða tikin til, at drongur ella genta eru óroynd.
Tað er einki til hindurs fyri, at tú sum stórur smádrongur ella smágenta kanst byrja at tumma og fletta.
At tumma eitt lamb krevur ikki nógva styrki, og fær hin ungi neyva vegleiðing um, hvussu fram skal farast, er tað ikki ein vónleys uppgáva at tumma eitt lamb.