Halla Samuelsen, býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs
------
Eitt av málunum, sum sosiala nevnd í løtuni arbeiðir við, er at betra munandi um umstøðurnar hjá Barnatannlæknastovuni.
Sosiala nevnd samtykti tann 1. desember 2009 at taka undir við tilmæli um, at kommunala barnatannrøktin framyvir skal skipast sum sentralklinikk, har eisini serviðgerðir – ella sonevnda ortodontiin, verður beinleiðis partur av stovninum og í hølum, sum eru gjørd og hóska til endamálið.
Tað er eingin loyna, at barnatannrøktin hevur trongligar umstøður í Tórsgøtu. Har er kringlut og lítið pláss, tá børn ofta saman við foreldrum skulu til tannlækna. Barnatannrøktin hevur børn í aldrinum 0 til 16 ár, og umleið 5.000 børn eru knýtt at tí kommunalu tannrøktini.
Síðani 2002 hevur kommunan havt avtalu við privat virki um ortodontiina, ið er lógarkravd kommunal tænasta. Tað eru umleið 900 børn, sum hvørt ár eru knýtt at sertannlæknastovuni, men ætlanin er, at Barnatannlæknastovan framyvir sjálv skal standa fyri hesum partinum av barnatannrøktini.
Í hesum sambandi er eisini ætlanin, at byggjast skal nýggj Barnatannlæknastova sum sentralklinikk, ið framyvir skal verða karmur um allar tær kommunalu barnatannrøktartænasturnar.
Nýggir eldrabústaðarmøguleikar
Annað mál, ið sosiala nevnd í sínum arbeiði raðfestir sera høgt, er at fáa til vega nýggjar bústaðarmøguleikar til eldri.
Samstundis sum býráðið tók endaliga avgerð um at byggja Boðanesheimið við 64 røktarheimsbúplássum, avgjørdi sosiala nevnd at seta í gongd arbeiði at útvega fleiri eldrabústaðir, sum serliga eru ætlaðir til tann stóra bólkin av eftirløntum, ið ikki hevur tørv á røktarheimsplássi, men á einum hóskandi eldrabústaði – eitt nú íbúð á einum eldradepli við atknýttum starvsfólki til lætta røkt, ítriv v.m.
Sum liður í fyrireikingini av hesum báðum málum, fer sosiala nevnd í næstu viku á kunningarferð.
Týsdagin verður vitjað í ávikavist Aalborg kommunu og Frederikshavn kommunu, har nevndin fær kunning um teirra barnatannrøktarskipan og sentralklinnikk. Mikudagin verður vitjað í Viborg kommunu og Billund kommunu, har evnið er kommunala eldrarøktin sum heild, men við serligum denti á eldraíbúðum, fígging, visitatiónsskipan og atknýttum tænastum v.m.










