Eftir fyrireikingar í meira enn eitt ár, varð Sosiala deild í Fuglafirði alment latin upp við móttøku fríggjadgin 10. november og er nú opin til fastar upp- og afturlatingartíðir.
Tað var 1. november í 2005 at Fuglafjarðar kommuna setti sosiala deild á stovn, og Irena Olsen í Leirvík var sett sum leiðari á stovninum.
Virkisøki hjá Sosialu deild er at ráðgeva fólki og at samstarva við almennar og kommunalar stovnar. Undir sosialu delid er eisini Barnaverndartænastan, sum er saman við Leirvíkar kommunu.
Irena Olsen hevur fyrr arbeitt sum ráðgevi hjá stuðulspedagogunum í Klaksvík, og áðrenn hon varð sett sum leiðari á Sosialu deild, var hon leiðari á barnagarðinum í Hvalvík.
Umframt Irenu Olsen varð eisini Súsanna Gaard, soisalráðgevi í Fuglafirði, sett í starv 1. september 2006. Súsanna hevur arbeitt sum sosialráðgevi hjá Klaksvíkar kommunu.
Sosiala deild er í bygninginum hjá Haraldsen í miðbýnum í Fuglafirði, við síðuna av Posthúsinum. Opið er týsdag, mikudag og hósdag millum kl. 9 og 14.










