Sosial samvera í dagtilhaldi

Í byrjanini møttu menninir eisini í dagtilhaldinum, men síðan undirhúsið læt upp, savnast menninir har.

Tríggjar ferðir um vikuna - týsdag, mikudag og hósdag - frá klokkan 15-18 møtast kvinnur á Toftum og Nesi til sosiala samveru í dagtilhaldinum á Toftum, sum húsast í eldrasambýlinum Vesturskini.

 

Dagtilhaldið, sum serliga er ætlað pensjónistum í Nes kommunu, hevur nøkur ár á baki. Endamálið við tilhaldinum er, at fólk kunnu koma saman til hugna og ymiskt handalligt arbeiði. 

 

Í byrjanini møttu eisini mannfólk upp, men síðan undirhúsið læt upp fyrst í 2012, eru tað kvinnurnar, sum nú møta í dagtilhaldinum, meðan menninir hugna sær undirhúsinum.

 

- Kvinnurnar, sum eru millum 15 og 20 í tali, skipa sjálvar fyri, og ymiskt er á skránni. Umframt at tær binda nógv, spæla tær ymisk spøl, og eitt nú er boggia og bingo ofta á skránni. Eisini hava tær andaktir og sangløtur.

 

Tað veit Nes kommuna at siga.

 

Lagt verður aftrat, at ein drekkamunnur er altíð at fáa, og kvinnurnar skiftast um at hava bakstur við sær.

 

- Kvinnurnar eru óførar at binda, og nú eru tær í holt við at binda seingjateppir til nýggja Blákrossheimið, sum verður bygt á Nesi.


Umframt at lata hølir til dagtilhaldið, fíggjar Nes kommuna eisini raksturin av virkseminum.

 

- Tað eru ikki allar kvinnur, sum hava møguleika fyri at ganga ella koyra til dagtilhaldið, og tær kunnu bíleggja flutning, sum kommunan fíggjar, sigur Nes kommuna.