Hondbóltur
Á pappírinum var talan um spennandi dyst, tá KÍF tók ímóti H71 sunnudagin. Kollfirðingar eru kanska niðast á talvuni, men seinastu vikurnar hevur liðið argað ovaru liðini, og tí var slettis ikki óhugsandi, at teir kundu gera fortreð einaferð afturat.
Í veruleikanum gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dyst. Snøgt sagt, so vóru gestirnir omaná frá byrjan til enda. KÍF javnaði til 1-1, tá hálvur annar minuttur var farin, men eftir hetta var ongan tíð tað, sum líktist spenningi í dystinum.
Longu fyri steðgin bygdi H71 sær eina trygga leiðslu, og teir góvu ongan tíð nøkur tekin um, at teir ætlaðu sær at seta ferðina niður. Á máltalvuni gingu tvey fyri eitt stóran part av dystinum, og hóast akkurát tey hagtølini vórðu pyntað seinastu løtuna, so var hetta á ongan hátt nóg mikið til at skapa nakað av spenningi.
Og so kundu hoyvíkingarnir fegnast eftir dystin. Ikki bara um sigurin, tí Kyndils-sigurin í havn bar samstundis við sær, at hoyvíkingarnir nú aftur eru á næst ovasta sessinum og harvið í løtuni á einum finaluplássi. Og trivaligi málmunurin, sum dysturin hesa ferð gav, kann eisini væl vísa seg at vera hálvt stig verdur, tá stigatalvan verður gjørd upp eftir 20 dystir.
Fakta um dystin
KÍF-H71 17-30 (6-13)
10 min: 2-6
20 min: 3-10
40 min: 10-16
50 min: 14-25
Málskjúttar
KÍF: Ási Dam 5(1), Rógvi Weihe 2(1), Niklas Reginsson 2, Suni Johannesen 2, Jákup Trúgvason 2(1), Andreas Nielsen 1, Regin Petersen 1, Pætur Johansen 1, Hallur Hansen 1
H71: Poul Kjartan Dam 7, Regin Joensen 7, Esbern Patursson 4(2), Bárður Brimvík 3, Janus Sørensen 3, Halgir Dahl Olesen 3(1), Johnny Durhuus 2, Gunnar Bláberg 1
Brotskøst: KÍF 4, H71 4
Útvísingar: KÍF 2, H71 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen