Hondbóltur
Eftir eitt ár, har krepputekini leingi stóðu yvir Stjørnuni, tykjast klaksvíkingar aftur hava fingið nakað at fegnast um á hondbóltssíðuni. Massiva frágongdin, sum í fjør merkti liðið, er í ár vend til eina stóra tilgongd, soleiðis at flestu av teimum heimligu leikarunum, sum fyri trimum árum síðani vóru við til at vinna FM nú aftur eru á liðnum.
Hartil fær Stjørnan í næstum eisini styrk av útlendskkum leikarum, men hesar vóru so ikki komnar til landið, nú kappingin byrjaði.
Men tað var nú heldur ikki so, at Stjørnan hevði nakran serligan tørv á útlendskum styrki hesaferð. Kyndil tykist í ár hava eitt lið, sum fær meira enn trupult við at nærkast ovaru hálvu á stigatalvuni, og í øllum førum formáddu tær sær ikki nakað sum helst í Klaksvík.
Fyrsta korterið ella so megnaðu tær so dánt at fylgja við, men so var mest sum liðugt, og meðan Stjørnan skoraðu tíggju mál seinasta korterið undan steðginum, fingu gestirnir bert tvey.
Og so var at kalla leyst og liðugt hjá lokalu stjørnunum. Uttan at taka sær nøkkur óráð fyri, hildu tær dystin í einum føstum taki, soleiðis at grønu gestirnir ongantíð fingu kensluna av, at tær høvdu tamarhald á so nógvum.
Hjá Kyndli var dysturin helst ein staðfesting av, at hetta árið heilt víst verður tungt at koma ígjøgnum. Eitt ár, har tær kanska fyrst og fremst skulu stríðast fyri at halda sær omanfyri strikuna, sum skilir sjeynda plássið frá hinum.
Stjørnan hinvegin tykist hava beina kós móti oddinum. Har koma tær kanska fyrst og fremst at stríðast við VÍF og VB, Eitt stríð, har Stjørnan tykist standa við góðum møguleikum. Ikki minst takkað verið sterka føroyska bulinum á liðnum.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Kyndil 25-11 (16-6):
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein 7(4), Bára S. Klakstein 6, Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 2, Jastrid Gullaksen 2, Una Olsen 1, Súsanna Jacobsen 1, Ragna B. Andreasen 1
Kyndil: Sabina Frølund 4(2), Anja Heinadóttir 4, Fía Selma Nielsen 1, Ann-Mari Wang 1, Jensia Kjærbæk 1
Brotskøst: Stjørnan 6, Kyndil 2
Útvísingar: Stjørnan 3, Kyndil 3
Dómarar úr H71