Sorl hjá Íslandi

Íslendsku vónirnar at røkka einum hálvfinaluplássi eru nú horvnar, aftaná 24-27 tap ímóti Týsklandi leygardagin, og einum greiðum 24-32 tapi ímóti Spania fyrr í dag.

 

Fyrri hálvleikur ímóti Spania var ein katastrofa. Spania var á odda 20-10 í hálvleikinum, og var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

 

Ísland hevur tó enn nógv at spæla fyri. Sjey tey fremstu liðini í HM-endaspælinum vinna sær rætt at taka lut á teimum olympisku leikunum í London í 2012, og tí ræður um at gerast minst nummar sjey.

 

Íslendsku málskjúttarnir: Alexander Petersson 5, Aron Pálmarsson 4, Snorri Steinn Guðjónsson 3, Guðjón Valur Sigurðsson 3, Ólafur Stefánsson 3, Ingimundur Ingimundarson 2, Arnór Atlason 1, Vignir Svavarsson 1, Róbert Gunnarsson 1, Sverre Jakobsson 1.

 

Sponsku málskjúttarnir: Raúl Entrerríos 6, Eduardo Gurbindo 6, Alberto Entrerríos 5, Juanín García 4, Julen Aguinagalde 4, Albert Rocas 2, Joan Canellas 1, García Parrondo 1, Viran Morros 1, Chema Rodríguez 1, Cristian Ugalde 1.