Sorinskrivarin eigur at gera nýggja vallóg

- Av tí at sorinskrivarin er óheftur av løgtinginum, eigur hann at fáa til uppgávu at gera uppskot um nýggja vallóg, sum skal samtykkjast við fólkaatkvøðu, heldur Zakarias Wang, samfelagsfrøðingur.

Zakarias Wang vísir á, at fyrr hevði løgtingið ein eiðsvornan skrivara, sum skuldi skriva rætta frásøgn í gerðarbókina. Nú útinna onnur hetta starv, men framvegis hava vit sorinskrivara í Føroyum. Hann er óheftur av løgtinginum og hví ikki nýta hann fyri at fáa málið á røttu kós, spyr hann ? og setir fram hetta uppskot:

§ 1. Álagt verður sorinskrivaranum at seta nevnd at koma við uppskoti til løgtingsvallóg.

§ 2. Sorinskrivarin skipar landið í 33 partar, sum hvør hevur eins nógvar íbúgvar. Í hvørjum at hesum pørtum verður við lutakasti avgjørt, hvør ið skal umboða íbúgvarnar í vallógarnevndini.

§ 3. Nevndin skal innan eitt hálvt ár handa sorinskrivaranum uppskot til løgtingsvallóg, og skipar hann fyri fólkaatkvøðu um uppskotið. Atkvøðurnar verða taldar upp undir einum. Eru fleiri atkvøður ímóti enn fyri uppskotinum, er tað fallið. Tá skipar sorinskrivarin fyri, at onnur nevnd verður sett at koma við nýggjum uppskoti.

- Verður henda leið gingin, er tað fólkið í hesum landi sum hevur ásett tær reglur, sum løgtingið verður mannað eftir. Hvussu reglurnar verða kann eingin siga frammanundan, men øll mugu boyggja seg fyri teimum, og tað man fara at vera seinur dagur, at tær aftur verða broyttar, heldur Zakarias Wang.

Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann helt, at landið eigur at býtast í 33 eins stór valdømi, sum velja hvør sítt umboð í tingið. Hetta er ein skipan, sum líkst bretsku valskipanini.

Zakaris Wang, samfelagsfrøðingur, hevur fleiri ferðir fyrr víst á hesa skipan, sum gevur størsta flokki størstu ávirkanina.

Við útvarpið í dag vísti Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi á, at ein slík skipan ikki er til gagns fyri kvinnuumboðanina á tingi.

Zakarias Wang vísir á, at tað er ikki rætt, at ein stovnur ? løgtingið ? sjálvt skal áseta tær reglur, sum avgera, hvør ið skal manna stovnin.

- Hetta málið er fullkomuliga klárt. Tað er fólkið, sum er arbeiðsgevari hjá løgtinginum, og tí skal tað sjálvsagt vera fólkið, sum ger av eftir hvørjum reglum løgtingið skal mannast, sigur Zakarias Wang.