Sorin: Vit gera ov nógv mistøk

(Rás2) Hoyr ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá AB, Sorin Anghel taka samanum 0-2 tapið ímóti Skála

AB er framvegis at finna undir niðurflytingarstrikuni í betrideildini aftaná 0-2 tapið ímóti Skála á útivølli í dag.

 

AB hevur átta stig á níggjunda plássið og hevur trý stig upp til Suðringar, ið hava 11 stig á áttanda plássi.

 

Høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel er vónbrotin um gongdina: - Vit gera ov nógv mistøk, staðfestir Sorin Anghel.

 

Sorin Anghel heldur, at Skála vóru klókari í dag. Sorin heldur tó, at AB skapti nóg nógvar málmøguleikar, eisini aftaná, at Bjarni Skála hjá AB var vístur av vølli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Sorin Anghel aftaná dystin hjá AB ímóti Skála.

 

- Hetta er keðiligt, tí vit komu her fyri at fáa stig, greiðir Sorin Anghel frá. 

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av málunum hjá Skála, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrast HER