Longu í 22. minutti var Sigfríður Clementsen noyddur at gera fyrstu skiftingina í Klaksvík. Ein av stuðulsspælarunum, Sorin Anghel, noyddist av vøllinum. Í samanbresti við mótstøðumann skrædnaði tað omanfyri annað eygað, og hann tóktist heldur ikki at vera heilt stinnur á beinunum.
Sorin fór á sjúkrahúsið, har læknin hjá EB/Streymi, Magnus á Stongum arbeiðir. Tríggjar pentur vórðu seymaðar í, og boðini frá serfrøðini vóru, at Sorin skal binda frið í eina viku.
So fæst at síggja, um hann verður við, tá ið EB/Streymur næsta sunnudag fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Roknað verður við, at Høgni Zachariasen verður førur fyri at venja aftur um eina viku. Meiri óvist er tað við Mikkjali Thomassen, sum týsdagin fer at landinum í roynd at finna út av, um tað ber til at gera nakað við hælsinuna, har hann framvegis er plágaður av bruna.










