Sorin seldur fyri 50.000 krónur

Troyggjan, sum álopsspælarin hjá Sorin Anghel spældi í farna kappingarár, er seld fyri 50.000 krónur. Tað skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi. Í troyggjuni vann Sorin steypakappingina og silvur í landskappingini.

- Tað vóru mong, sum lógu framvið og ynsktu at ogna troyggjuna, sum Sorin hevur vunnið steypakappingina og silvur í landskappingini í. Nú er hon so seld, og keyparin er ein av bestu fjepparunum og stuðlunum hjá felagnum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.