Í gjárkvøldið hittust spælararnir á Skála fyri fyrstu ferð saman við nýggja venjaranum Sorin Anghel. Í dag hittast teir aftur. Tað verður í sambandi við vitjanina undir Mýruhjalla av meistarunum í KÍ.
Tað verður tosað um serligu ávirkanina, sum tað hevur at hava nýggjan venjara. Málið hjá Skála og Sorin Anghel er at varðveita plássið í bestu deildini. Dysturin í dag er týdningarmikil, og hósdagin bíðar lyklauppgerð í botnstríðnum, tá ið Skála skal spæla á Argjum.
Vongverjin Jóhan Waag Høgnesen hevur verið darvaður av brákaðum rivjabeini og framrættaði Heðin Klakstein hevur ikki verið víð seinastu ferðirnar, tí hann hevur verið skaddur í hælsinuni.
Hjá KÍ er Ísak Simonsen so mikið darvaður av vøddaskaða í lærinum, at hann er ikki førur fyri at spæla. Boris Dosljak hevur verið burturstaddur, og Ole Erik Midtskogen er tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur sitið skaðadarvaður á beinkinum.
Heini Vatnsdal hevur vant í vikuni og verður á miðvøllinum. Slovenski miðvallarin David Skrbec hevur vant í fleiri vikur í Klaksvík, men loyvini eru ikki komin upp á pláss. Soleiðis er tað eisini hjá nýggja polska málverjanum Lukasz Jarosinski, sum í vikuni kom til Klaksvíkar.