Síðani hann kom til landið í ár 2000, hevur Sorin Anghel verið ein av ímyndunum hjá EB/Streymi. Hóast tilboðini frá øðrum feløgum hava verið fleiri í tali, so hevur rumenin ongan tíð ivast í, hvar hann helst vil spæla, og eftir vunna meistaraheitið fyri viku síðani kundi hann staðfesta, at hann eisini verður í felagnum í 2009.