Sorin Anghel hevur í dag longt sáttmálan við Víking. Rumenski føroyingurin, sum heimasíðan hjá Víkingi kallar hann, verður spælandi hjálparvenjari.
Sorin Anghel, sum er 37 ára gamal, skuldi upprunaliga bara verða hjálparvenjari farna kappingarár, men endaði við at blíva ein lyklaspælari á miðvøllinum hjá Víkingi, ið vann FM.
Hann hevur spælt 402 dystir í føroyskum fótbólti og skotið 108 mál, sambært Faroesoccer. Somuleiðis hevur hann vunnið trý FM-heiti og fýra steypasigrar.
Víkingur hevur fingið tilgongd av Adeshina Lawal og Fróða Benjaminsen, meðan frágongdin er Heðin Hansen, Geza Turi, Finnur Justinussen og Dánjal Pauli Lervig.










