Sorin Anghel: Vit mugu arbeiða fyri stigunum

Sorin Anghel er enn við gott mót, hóast nýggja liðið hjá honum, AB fekk tað triðja tapið av trimum møguligum í effodeildini í dag. AB tapti 0-1 ímóti Víkingi í Norðragøtu í dag, og er AB tað einasta liðið í effodeildini, sum ikki hevur fingið stig enn.

 

- Vit mugu arbeiða hart, so skulu stigini nokk koma, slær Sorin Anghel fast við sjeytummaseymi.

 

Atli Gregersen, verjuskansi hjá Vìkingi fegnaðist um sigurin, men hann helt ikki, at dysturin var nógv verdur, sum undirhald.

 

Tað ber til at hoyra tað, sum Sorin Anghel og Atli Gregersen søgdu við Trónd Arge í ljóðbrotinum undir greinini.