Sorin Anghel skal venja AB

AB hevur í kvøld kunngjørt venjaran til 2018

Sorin Anghel, sum seinastu tvey kappingarárini hevur verið leikandi hjálparvenjari hjá føroyameistarunum í Víkingi, er nýggjur venjari hjá uppflytarunum úr AB. Tað er greitt í kvøld, eftir at AB á Facebook síðuni hjá felagnum boðar frá, at sáttmáli er gjørdur við Sorin Anghel fyri komandi kappingarár.

 

Sostatt tekur Sorin Anghel yvir fyri Kára Reynheim, ið annars hevur vant AB hetta kappingarárið, har argjamenn í suverenum stíli hava vunnið næstbestu deildina.

 

Hetta er fyrsta ferðin at Sorin Anghel roynir seg sum høvuðsvenjari í bestu deildini hjá monnum. Sorin Anghel hevur einaferð áður roynt seg sum høvuðsvenjara í næstbestu deildini, tá hann stóð á odda fyri næstbesta liðnum hjá AB, sum í 2015 spældi í 1.deild. Tá endaðu argjamenn á einum fjórða plássi í  deildini.

 

Sáttmálin millum Sorin Anghel og AB er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini. Hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í AB verður Dimitrije Jankovic, ið eisini var hjálparvenjari hjá Kára Reynheim.