Sorgin vend til øði

Túsundtals russar mótmæltu í gjár yvirganginum í landinum. Samstundis harðna atfinningarnar at myndugleikun-um

Dagurin í gjár var almennur sorgardagur í Russlandi til minnis um tey, sum doyðu í gíslatøkuni í Belsan. Men hjá nógvum russum var sorgin blandað við øði og misnøgd, og fleiri av teimum russisku bløðunum fara illa við myndugleikunum.
Blaðið Vedomosti legði í gjár myndugleikarnar undir at bera ósannindi um alt, sum hevur við yvirgangin í seinastuni at gera. Blaðið vísti á, at myndugleikarnir søgdu seg hava tamarhald á støðuni í Belsan, men at tað var ikki so. Myndugleikarnir søgdu eisini, at trygdardeildirnar vóru væl vandar og dugdu síni ting, men tað var heldur ikki so. Teir lúgva, so vit vita ikki, hvat vit skulu halda, skrivaði blaðið.
Eitt annað blað, Vrenja Novosti, skrivar, at trygdardeildirnar høvdu als ikki eftirlit við tí, sum hendi. Sambært blaðnum vóru tað ikki trygdarhermenn, sum skutu afturímóti, tá gíslarænararnir fóru at skjóta, men heldur vanligir hermenn og sivilfólk, sum høvdu tikið vápn við sær. Sambært blaðnum løgdu trygdardeildirnar ikki uppí fyrr enn ein hálvan tíma seinni.
Blaðið Moskovskij Komsomolets skrivar beinleiðis, at tær russisku trygdardeildirnar eru óbrúkiligar. Tað prógvaðu tær í Beslan, skrivar blaðið.
Fleiri av teimum russisku bløðunum finnast eisini at Vladimir Putin, forseta. Hann hevur skýrt gíslatøkuna í Belsan altjóða yvirgang, men bløðini vilja vera við, at hann bara roynir at skáka sær undan krígnum í Kekenia, sum er tann veruliga orsøkin. Men forsetin hevur heldur onga ætlan um, hvussu kreppan har skal loysast, skriva bløðini.