Sorgblíður Stanley

Romantiskar yrkingar og vakurt gittarspæl myndaðu konsertina hjá Stanley Samuelsen
Stanley er ein rutineraður maður. Hann spælir sum ein dreymur uppá gittaran. Afturat sær hevði hann tveir tónleikarar, og saman spældu teir sera væl. Tónleikararnir dugdu sera væl at halda seg aftur, og at spæla minimalistiskt.

 

Hann spældi bæði sangir av fyrru og seinnu fløguni hjá sær. Tað vóru vakrar yrkingar, har fleiri vóru fosturlandssangir. Fleiri av sangunum vóru kendar føroyskar yrkingar, sum hann sjálvur hevur gjørt lag til.

Sum heild vóru sangirnir nokkso sorgblíðir og romantiskir.

 

Tað var friðarligur og dempaður tónleikur, sum, av tí at tað var so róligt, saktans kundi verið koyrt harðari frá. Onkrir sangir fóru yvir í latínskar rútmur. Hann spældi eina flotta útseting av ?Regn og regn og regn? hjá Mikkjali á Ryggi, og Stanley fekk tað at ljóða, sum um sangurin gott kundi havt verið skrivaður í Meksiko. Her slapp hann við fingraspælinum veruliga at vísa, hvussu góður gittarspælari hann er.

 

Tað vóru rættiliga nógv fólk til staðar, men av tí at tónleikurin var friðarligur og ikki serliga hart frá, stóðu nógv og prátaðu, heldur enn at lurta. Tó til kendasta sangin, ?Um eg kundi kvøðið?, bæði lurtaðu tey og sungu við.

 

 

Oddur á Lakjuni