Á nýggjárinum fer Jógvan Skorheim frá sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Hann hevur røkt starvið í átta ár, men valið og eftirspælið lagaðu seg soleiðis, at Karl Johansen verður nýggjur borgarstjóri.
Í dag segði Jógvan Skorheim farvæl við starvsfólkini í Klaksvíkar kommunu.
– Tað er sjálvandi sorgblítt at siga farvæl við øll tey dugnaligu og fittu starvsfólkini, sum álitisfult hvønn dag arbeiða fyri okkara kommunu, skrivar Jógvan Skorheim á facebook.
– Seinastu árini hevur lív okkara verið nógv merkt av borgarstjórastarvinum, og hetta hevur sjálvandi verið serstakt fyri meg, men ikki minni fyri alla familjuna. Vón var bara 1 ára gomul, tá ið eg tók við sum borgarstjóri, og í dag er hon sjálvandi 9 ár. Tískil kennir hon ikki til annað.
– Eg havi verið ómetaliga takksamur fyri móttøkuna, ið vit sum familja hava fingið allastaðni, vit eru komin. Hóast vit eru komin við einum smábarni til alskyns tiltøk og røður, so hava fólk havt tol, umhugsni og kærleika fyri henni og okkum. Seinasta árið hevur okkara yngsti, Kristian, eisini upplivað júst hetta sama. Tað virðismeta eg og Vígdis sera høgt.
– Stóra takk øll tit mongu, ið hava gjørt hetta tíðarskeiðið spennandi og gevandi. Øll tit starvsfólk, samstarvsfelagaðar og ikki minst býráðslimir. Hetta var tað fyri hesaferð, skrivar Jógvan Skorheim.