Sama gera týðandi sjónvarpsrásir í flestu londum. Tey bera tíðindini, viðgera tey, samtala við serfrøðingar, meta um avleiðingarnar fyri Norra, fyri Norðurlond, fyri gerandisdegin, trygdina og framtíðina hjá okkum, sum búgva í einum annars friðarligum parti av heiminum.
Eitt av grannalondum okkara er rakt av einari ógvusligari vanlukku. Einari yvirgangsatsókn í sjálvum hjartanum hjá norska stjórnarvaldinum. Ein beinleiðis roynd at drepa norska forsetan. Og eitt óhugnaligt hópdráp á nøkur ósek ung fólk, á politiskari legu á Utøya.
Men í sjónvarpinum í Kringvarpinum er ein sangkapping, heldur enn ein longd tíðindasending.
Tað sjónvarpið kundi bjóða í dag, var samsendig seinnapartin við NRK, bert til 17.55, tá vanliga skráin tók við. Dagur og vika var – heppið – á skránni í kvøld. Og har verða hesi heimshøvuðstíðindi viðgjørt nakrar fáar minuttir. Síðani kemur ein røð av tíðindum, sum í dagsins samanhangi tykjast fullkomiliga líkasæl. Eingin umlegging av sendingini, eingin sending tikin av skránni. Um ikki annað kundi KRF hildið fram at samsent í brotum, soleiðis, at tíðindafundir, sum tann við norska forsætisráðharran (sum er live á BBC og aðrastaðni) og aðrar broytingar í støðuni, verða send inn ímillum. Heldur ikki útvarpstíðindini klokkan 21 bera nýggjastu tíðindini. Hóast ein ørgrynna er hent síðani klokkan 18. Og á heimasíðuni er seinasta dagføringin í skrivandi stund fleiri tímar gomul!
Hetta er álvarsamasta og ótryggasta støðan Norðurlond hava verið í síðani seinna heimsbardaga, siga fleiri. Kring allan heim rudda sjóvarpsrásir skránna, fyri at senda úr Norra. Men Kringvarpið sendir “Kappgiting og Kærleiki“, “Uppá tá” og annað á hesum degi óviðkomandi!
Summarfrí er. Tað verður tó ongantíð ein undarførsla hjá einum almennum miðli, tá kreppustøður taka seg upp. Raðfestingin hjá Kringvarpinum í kvøld er bæði óskiljandi og órógvandi ignorant. Hon kemur omaná eina aðra løgna raðfesting - at Dog V einans verður send tvær ferðir um vikuna - og ber tíverri boð um, at kringvarpsleiðslan helst ikki skilir, at tað ikki ber til at niðurraðfesta tíðindatænastuna á henda hátt, uttan samstundis at undirgrava týdningin av almenna kringvarpinum.