Sorgarleikur í París: 60 fólk dripin – 100 tikin til gísla

Talið á deyðum veksur alla tíðina, so hvørt upplýsingar koma fram

Feskastu upplýsingarnir úr París siga, at eini 60 fólk eru dripin í yvirgangsatsóknini  í París í kvøld. Samstundis verður sagt, at onnur 60 eru særd

 

Tey eru dripin, eftir at yvirgangsmenn lupu á fleiri staðni í París, at kalla ísenn og tey ivast ikki í, at talan er um eina samskipaða atsókn.

 

Hinvegin er støðan eitt sindur ógreið í løtuni, tí tølini yvir deyð og særd skifta eitt sindur, men tað er í øllum førum greitt, at tíggjutals fólk eru dripin.

 

 

TRÝST HER fyri at síggja myndir frá Polfoto úr París í kvøld.

Fólk vera biðin um at halda seg innandura, og Frakland er í undantaksstøðu og markið er stongt.

 

Samstundis lupu yvirgangsmenn eisini á í Bataclan, konserthøllini, ha tungmálmskonsert var í kvøld, har bólkurin, Eagles of Death Metal, spældi, og har eru eini 60 - 100 fólk tikin til gísla, og fleiri eru eisini skotin.

 

Fólk, sum sóu atsóknina á konserthøllina, siga, at tveir mans fóru inn í høllina og fóru at skjóta fólk, eitt fyri og annað eftir.

 

Samstundis vóru tvær bumbuspreingar at hoyra tætt við franska tjóðleikvøllin, Stade de France, har Frakland og Týskland spældu vinadyst í fórbólti. Spreingingarnar vóru so harðar, at tær hoyrdist týðiliga inn á leikvøllin, men hvørki áskoðarar ella leikarar vistu, hvat var á vási.

 

Tað fingu tey at vita aftaná og eftir dystin sluppu fólk ikki av stadion aftur.

 

Barack Obama, amerikanskur forseti, sigur í eini viðmerking, at hetta er ikki bara eitt álop á París og á Frakland, hetta er eitt álop á alla mannaættina.