Sorgarleikur í Havnar Bio

Í kvøld, mikukvøldið, verður ein und­an­frumsýning av nýggja film­inum hjá Nils Malm­ros, Sorg og Glæde, í Havn­ar Bio.

Almenna frum­sýn­ingin av filminum verð­ur ikki fyrr enn í næstu viku, 14. november.

Filmurin snýr seg um stóra sorg­ar­leik­in í 1984, tá kona Nils Malm­ros, Mar­i­anne Trom­holt, drap teirra nýggju mánaðir gomlu dótt­­ur við at skera hana í háls­­in.

Sosialurin hitti Nils Malm­ros í au­gust, tá hann greiddi frá um filmin, uttan tó at greiða frá sjálvum inn­i­hald­i­num, so vildi hann feg­in greiða Sosialinum frá, at film­urin snýr seg um hendan svára sorgarleikin, sum var teim­um fyri, tá kon­an í psyk­osu drap eink­ar­barn teirra.

Sjálvt um Mar­ianne Trom­holt var varð­halds­fongs­l­að in ab­sentia, var hon – eftir at hava ringt til løg­regl­una – so illa fyri av gerð síni, at politiið als ikki fekk av­hoyrt hana.

– Men svarini eru í film­i­num, sigur Nils Malmros.

– Kona mín kom sum kunn­ugt ikki í fongsul, men fekk ein viðgerðardóm í hálvt annað ár.

Gjøgnum alla tilgongdina við filminum hevur tað eydn­ast Nils Malmros at halda innihaldið í filminum loyn­iligt – men tað verður so kunnugt í Føroyum í kvøl­d, meðan øll onnur verða noydd at bíða til í næstu viku.

Høvuðsleiklutirnar sum tey bæði, Nils Malmros og kon­an Marianne Tromholt, hava sjónleikararnir Helle Fagr­a­lid, sum er av før­oysk­ari ætt, og Jacob Cedergren. Og Nils Malmros væntar sær nógv av teimum.

– Tey spæla sínar leikutir meist­ar­liga væl, og eg eri vísur í, at Helle Fagralid fær eitt rætt­i­ligt gjøgnumbrot við hesum filmi, sigur Nils Malmros.