Sorgarleikur

Sorgarleikurin í Miðeystri heldur fram, og endi tykist ikki vera á ræðuleikunum í Ísrael, í hersettu palestinsku økjunum og í Iraq.

Stríðið millum Ísrael og víðgongdu palestinsku bólkarnar er nú farið út um alt mark, og eingin tykist førur fyri at steðga harðskapinum. Hóast roynt hevur verið leingi at finna eina politiska loysn, hevur tað hvørja ferð eydnast teimum víðgongdu at steðga hesum royndum. Málið hjá teimum víðgongdu er at provokera ávikavist Abbas og Sharon til at taka til harðskap hvørja ferð ein politisk loysn er komin í ljósmála. Tíverri hevur hetta eydnast teimum víðgongdu hvørjar ferð, og hetta er mikið spell.

Tað krevur eitt ómetaligt tol og stórt politiskt dirvi at finna politiskar loynsir í tí kaosi av harðskapi og hatri, sum eyðkennir partar av Miðeystri. Og henda støða leggur eina ómetaliga politiska ábyrgd á Ísrael og á USA. Tað er neyðugt at ásanna, at tað nyttar einki at løna harðskapi við harðskapi. Tað er neyðugt at viðurkenna Abbasstjórnina sum ein javnsettan samráðingar- og samstarvspart. Hetta merkir, at haldast má fram við politisku samráðingunum uttan mun til, hvussu nógv harðskapurin enn økist. Fyrr ella seinni fer ein meiriluti av palestinensum at ásanna, at einasta gongd leið til varandi frið er at finna eina politiska loysn og at viðurkenna, at Ísreal er komið fyri at vera.

Hinvegin má Ísrael viðurkenna rættin hjá palestinensisku tjóðini til at stovna sín egna stat. Soleiðis var jú upprunaliga ætlanin hjá ST og stórveldunum í 1948, og henda støðan eigur at verða grundarlagið fyri framtíðini hjá báðum tjóðum. Men ein politisk loysn er í sjálvum sær ikki nóg mikið. Báðar tjóðir noyðast at læra at virða hvørja aðra. Herfyri var sending í SvF, sum avdúkaði tað sínamillum hatur og agg, ið eyðkenna viðurskiftini millum palestinensar og ísraelsfólk. Hetta hatur verður lagt niður í børnini í dagstovnum og í skúlum. Slíkt førir bert til meira harðskap. Heldur enn at læra børnini at hata, áttu viðkomandi myndugleikar og foreldur at lært børnini at virða øll uttan mun til lit, átrúnað ella tjóðskaparligt tilknýti. Júst her liggur kanska lykilin til framtíðina í økinum. Men hesin lykil verður neyvan tað fyrsta partarnir, ið taka til og tað er mikið spell, tí ikki minst børnini í báðum tjóðum eru offur fyri tí áhaldandi harðskapinum.