Býráðið í Moskva hevur lýst dagin í dag sum almennan sorgardag, og nógvastaðni í býnum verða minningarhald til minnis um tey, sum doyðu í yvirgangsatsóknunum í býnum í gjár. 38 fólk doyðu, og meiri enn 70 vórðu særd, tá tvær sjálvmorðsbumbukvinnur sprongdu seg í luftina í undirgrundarbreytini.
Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknunum, men teir russisku myndugleikarnir halda, at tær báðar kvinnurnar høvdu tilknýti til norðara part av Kaukasus t.v.s. annaðhvørt Kekenia, Ingosetia ella Dagestan.