Sorgardagur fyri Føroyar

At uppskotið um 266b bleiv samtykt í dag prógvar, at trúgvandi føroyingar eiga at fylkjast um ein flokk, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Hetta er ein sorgardagur fyri Føroyar, at 17 limir í parlamentinum hava atkvøtt ímóti Guds orði, sigur Jenis av Rana, og hann staðfestir, at orðini hjá Finni Helmsdal um at halgubók skal úr lógarsmiðinum gingu út í dag.
- Hetta prógvar bara, at tað nú er meira neyðugt ann nakrantíð, at trúgvandi fólk fylkjast um ein flokk, ið tekur støðið í kristnu trúnni, sigur hann. Og hann vísir á, at um eitt nú menn sum Gerhard Lognberg, Marjus Dam og Alfred Olsen ikki vóru spjaddir í ymsum flokkum, men vóru savnaðir í einum flokku, so var størri møguleika fyri at blokera tílíkum, sum hendi í dag.
- Og nú kunnu teir so hugsa um, hvørja nyttu teir gera í hvør sínum flokki, sigur Jenis. Og hann skoytir uppí:
Vit hava fyrr blokera, at eitt tílíkt uppskot varð borið niðan í tingið, og tað hevði ein sterkari kristiligur flokkur eisini gjørt í dag.