Belgiski forsætisráðharrin, Elio Di Rupo, og foreldrini at fleiri av teimum belgisku børnunum, sum doyðu í bussvanlukkuni í gjárkvøldið, eru nú á veg til vanlukkustaðið har suðuri í Sveis.
Elio Di Lupo sigur, at dagurin í dag er ein sorgardagur hjá belgiska fólkinum. Hann boðaði samstundis frá, at stjórnin hevði útvegað tvey flogfør til at flyta foreldur til Sveis.
Seks vaksin og 22 børn lótu lív í bussvanlukkuni, og onnur 24 eru flutt á sjúkrahús í sveisisku býunum Bern og Lausanne. Báðir bussførararnir eru millum tey vaksnu, sum doyðu.
Í Evropatinginum í Strasbourg var tøgn í ein minutt á middegi í sambandi við vanlukkuna.