Í nátt varð umfatandi herverk framt á ein bil í Vágum. Herverkið var so umfatandi, at bilurin verður neyvan gjørdur aftur.
Onkur sá illgerðarmannin og tá var hann enntá í ferð við at taka hjólini av.
Síðani hevur løgreglan tikið herverksmannin og hevur skuldsett hann fyri herverkið.
Av tí at herverkið verður mett at kosta yvir 15.000 krónur at gera aftur, verður málið av sær sjálvum eitt løgreglumál og endar í rættinum.
Verður mett, at herverkið kostar undir 15.000 krónur, er tað tnn, sum eiga herverksrakta lutin, sum ger av, um málið fer í rættin.
Fráfellur tann, sum eigur herverksrakta lutin, stendur tað til hann og tann, sum framdi herverkið, at greiða støðuna.
Og í hesum føri er talan um so umfatandi herverk, at løgreglan tekur málið upp.
Hetta var ikki einasta herverk á bil um vikuskiftið. ì gjárkvøldið setti ein førari bilin frá sær undir Glaðsheyggi í Havn, tí hann skuldi eitt løti ørindi, sum vardi einar 10 minuttir.
Men tá ið hann kom aftur, var forrúturin brotin.










