Soppur og inniluft á skránni í Gøtu

Í kvøld klokkan 19 verður kunnandi fundur fyri foreldrum at børnum í dagstovnunum, Gjáa við Gøtugjógv og Valhøll í Syðrugøtu. Báðir hesir stovnar eru í ávísan mun raktir av soppi, Gjái í kjallaranum, og í Valhøll er soppur staðfestur við eitt nú boringum í veggir.

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, segði fyrr í vikuni við Portalin, at mátingar av inniluftini í Valhøll vísa, at luftin er, sum hon eigur at vera.

- Tó valdi kommunan at binda um heilan fingur, tá soppur varð staðfestur og hevur gjørt avtalu við Víking um, at børnini, sum hildu til í Valhøll, nú fyribils eru í ítróttarhúsinum hjá Víkingi, sigur hann.

Kjallarin í Gjáa við Gøtugjógv hevur mest verið nýttur sum alrúm og spælistova, men hesin verður ikki brúktur, meðan roynt verður at fáa viðurskiftini í rættlag.

Eysturkommuna hevur eisini leigað seg inn í hølini í kjallaranum hjá Filadelfia við Gøtugjógv við spælistovu, og eisini haðani eru fráboðanir komnar um fuktroyk.

- So, her koma heldur eingi børn longur, sigur Jóhan Christiansen.

Tað er foreldrabólkurin í Gjáa og Valhøll, sum saman við Eysturkommunu skipa fyri kunnandi fundinum, sum verður í skúlanum við Gøtugjógv.

Á fundinum verður greitt frá støðuni viðvíkjandi hølisviðurskiftunum í Gjáa og Valhøll, og møguleiki verður hjá foreldrum at seta spurningar.

Tað verða umboð fyri foreldrabólkin og Eysturkommunu sum fara at bjóða vælkomin, og síðan fer Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at greiða frá ymiskum viðurskiftum, ið hava týdning fyri fysiska umhvørvi, serliga við atliti til inniluft og sopp.

Umboð fyri Eysturkommunu fer eisini at greiða frá støðuni, sum er í løtuni, og um hvørjar framtíðarætlaninar eru.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at talan er um foreldur at umleið 70 børnum, sum hava fingið innbjóðing til fundin í skúlanum við Gøtugjógv klokkan 19 í kvøld.

Myndina eigur Dávur Winther.