Soppur á Ziskatrøð

Ein árgangur í framhaldsdeildini í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík verður fluttur í annan bygning at ganga komandi skúlaár, tí í summar er soppur funnin í elsta partinum av skúlabygninginum.

Illgruni var um soppavøkstur, og tí tók kommunan í summar stig til kanningar av skúlanum á Ziskatrøð, og tær hava so víst, at soppur var í pørtum av skúlanum.

– Vit hava tí gjørt av, at hesin parturin av skúlanum ikki verður brúktur meira, og í samstarvi við serkunnleika verða høvuðsreingerð og umvælingar gjørdar í skúlanum annars, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.