Soppavøkstur í Valhøll í Syðrugøtu

Víkingur og Eysturkommuna hava gjørt avtalu um, at dagstovnabørnini í Valhøll í Syðrugøtu koma at halda til í Víkinghúsinum komandi umleið tveir mánaðirnar.

Ein akuttur hølistrupulleiki er uppstaðin hjá Eysturkommunu við tað, at soppavøkstur er staðfestur í Valhøll.

Trupulleikin hevur ført til, at tey 16 fimm og seks ára gomlu børnini, sum eru í Valhøll, verða flutt út beinanvegin.

Eysturkommuna hevur kannað ymiskar møguleikar og hevur spurt, um Víkingahúsið kundi verið ein møguleiki.

Avtalan millum kommununa og Víking er, at børnini, sum eru í Valhøll, fáa stóra rúmið og eitt umklæðingarrúm til dagstovn í nevnda tíðarskeiði.

Børnini koma at brúka hølini í Víkingahúsinum til klokkan 17 um dagin, og eftir klokkan 17 og í vikuskiftunum er stóra rúmið framvegis tøkt hjá felagnum.

Myndin er av felagshúsinum hjá Víkingi, har børnini, sum hava hildið til í Valhøll í Syðrugøtu, nú koma at halda til teir næstu tveir mánaðirnar.