Sophus Dal-christiansen, venjari, var væl nødgur við avrikið hjá føroyska kvinnulandsliðinum í kappingini í Sheffield. Tó er hann ikki heilt nøgdur við álopsspælið, men hann vil vera við at verjuparturin stóð sera væl, serliga tí at nógv fokus var á verjupartin í fyrireikingini til kappingina. Spurdur um málið varð rokkið til kappingina, svarar Sophus avgjørdur: - Ja! Málið við kappingini var, at fáa eindina at vera kompakta. Samstundis hava leikarnir eisini víst, at teir hava talentið, sum teir hava víst í heimligu kappingini.