Sophus skal venja VÍF-kvinnurnar

Nú er greitt, at havnarmaðurin Sophus Dal-Christiansen, næstu tvey árini skal venja kvinnurnar hjá VÍF.

Sophus Dal-Christiansen hevur drúgvar royndir sum venjara, serliga á kvinnuøkinum, har hann áður hevur roynt seg sum venjara hjá bæði barndómsfelagnum Kyndil og í Neistanum. Sum ein av teimum heilt fáu her á landi, hevur Sophus tikið øll venjaraskeiðini, so ikki kann sigast annað, enn at hann er væl skikkaður til starvið.

Havnarmenn í Vestmanna
Nú VÍF hevur sett Sophus í starv sum venjara hjá kvinnunum næstu tvey árini, kann staðfestast, at tað eru tveir havnarmenn, sum báðir hava sínar røtur í Kyndli, sum koma at standa á odda fyri kvinnuliðnum og mansliðnum hjá vestmenningum. Fyrr í summar varð Dia Midjord nevnliga settur sum venjari hjá monnunum hjá VÍF, og júst Sophus og Dia vóru báðir venjarar hjá ávíkavíst kvinnunum og monnunum hjá Neistanum seinasta kappingarár.
Tað ljóðaði annars leingi, at tað fór at ganga striltið hjá VÌF at fáa mannað kvinnuliðið hjá sær, tí so nógvar fullu frá. Greitt er, at Nikolina Eyðbjørnsdóttir fer til Spania at royna seg sum yrkisleikara, og eisini sigst, at veteranurin Sóley Mikkelsen gevst við hondbólti á hægsta stigi, umframt at ivasamt var, hvussu tað fór at verða við onkrum av útlendsku leikarunum, sum vóru á kvinnuliðnum hjá VÍF seinasta kappingarár. Nú leiðslan í VÍF hevur sett Sophus í starv, kann hetta óivað tulkast sum um, at spælaragrundarlagi til komandi kappingarár er í lagi. Eyðun Leo, formaður í VÍF, sigur, at tað er nokk av spælarum til liðið, hóast manningin komandi kappingarár neyvan verður eins sterk sum í fjør. Hann leggur tó afturat, at tað verður arbeitt við at styrkja liðið allatíðina.