Sophus lagt frá sær sum landsliðsvenjari

Sophus Dal-Christiansen hevur í morgun boðað Hondbóltssambandinum frá, at hann tekur seg aftur sum venjari hjá kvinnulandsliðnum. Í longri tíð hava fleiri av spælarunum víst misnøgd við hansara arbeiði sum venjari, men av tí at henda misnøgd hevur verið víst í fjølmiðlunum, hóast hetta skuldi verið eitt innanhýsis mál, hevur Sophus valt at takkað fyri seg.

? Eg havi annað at takast við, enn at kjakast í fjølmiðlunum, tí hetta átti heldur at snúð seg um hondbólt. Sjálvur haldi eg, at skuldsetingarnar, sum nakrir av landsliðsspælarunum hava sett fram ímóti mær, einki hava við hondbólt at gera, sigur Sophus.

Hann vísir á, at nógvir av spælarunum, sum hava skrivað undir skrivini til Hondbóltssambandið, í grundini slett ikki hava nakra veruliga heimild til at skriva undir. ? Her er ikki talan um teir spælarar, sum standa í fremstu røð á vøllinum, tá harðast leikar á, sigur nú fráfarni landsliðsvenjarin.

Vit fingu fyrrapartin fatur í formanninum í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, sum var staddur í Keypmannahavn, men hann kundi onga viðmerking gera til málið, tí hetta var so nýtt og tí hann ikki hevði tosað við allar partar enn. ? Men eg komi aftur sunnudagin, og mánadagin fara vit at hava fund um málið sigur hann.

 

Les meira í Sosialinum í dag