Sophus: Høvdu vónað at knógvað skerdum H71-liði (FM1)

(FM1) Hoyr hjálparvenjaran hjá kyndilsmonnum, Sophus Dal Christiansen og venjaran hjá H71, Simon Olsen seta orð á Kyndil-H71 20-24 (9-11)

##med2##

Tað bleiv talan um tveir útisigrar til toppliðini í Burn mansdeildini í dag.

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 24-20 (11-9) á Kyndli, og í Kollafirði vann VÍF greiðan 31-24 (15-12) sigur á KÍF.

H71 er oddalið í Burn mansdeildini við 21 stigum. VÍF er nummar tvey við 19 stigum.

Kyndil-H71 20-24 (9-11)

Toppskjúttar Kyndil: Anderse Risdal 7, Tróndur Wardum 4, Jákup Jørgensen 3.

Toppskjúttar H71: Niklas Hanusarson 7, Rói Ellefsen á Skipagøtu 7, Pætur Thomsen 6.

KÍF-VÍF 24-31 (12-15)

Toppskjúttar KÍF: Nikolay Blizhnov 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Tony Weyhe 3.

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Heini á Heygum 4, Sjúrður Olsen 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum av Kyndil-H71 og taka stutt samanum dystin. 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við hjálparvenjarin hjá Kyndli, Sophus Dal Christiansen sum iðrar seg um, at teir í Kyndli ikki tók av nú H71 møttu við skerdari manning.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við H71-venjaran, Simon Olsen sum viðgongur, at hetta kanska ikki var tann allarbesti dysturin hjá H71, men tvey stig komu heim, og tað er tað sum telir mest. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71133633085521
 VÍF123743165819
 NEISTIN133973534418
 KÍF13339332713
 TEAM KLAKSVÍK13352385-339
 STÍF13310373-636
 KYNDIL13280348-684

 

 

(Samrøður: Sophus Dal Christiansen og Simon Olsen)