Sophisticated Ladies og Jazz Trio á konsertferð í Føroyum

Hetta vikuskiftið verða tríggjar spennandi jazzkonsertir við danska bólkinum Sophisticated Ladies og føroysku Jazz Trio.


FO-DK Jazzkonsertir
 
Hóskvøldið kl. 19 spæla tey í Atlantis í Klaksvík, fríggjakvøldið kl. 21 í Býráðssalinum í Runavík og leygardagin kl. 16 í Norðurlandahúsinum. Hetta er fimta FO-DK Konsertferðin, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT og donsku tónleikafeløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund.
Sophisticated Ladies
Sophisticated Ladies hava spælt saman í 20 ár, bæði sum sjálvstøðugur bólkur og saman við eini ørgrynnu av mætum solistum, so sum Finn Ziegler, Richard Boone og Jesper Thilo. Tær hava í hesum sambandi verið á konsertferð bæði í Norðanlondum, Evropa og enntá eisini í Afrika. Bólkurin hevur øll hesi árini verið mannaður við Helle Marstrand (kontrabass), Benita Haastrup (trummur og slaginstrument) og Marie Louise Schmidt (piano). Við á Føroyaferðini verður eisini Christina Dahl (saksofon).

Jazz Trio
Bólkurin Jazz Trio er mannaður við nøkrum av Føroya bestu tónleikarum. Á Atlantic Music Event í 2005 bleiv Arnold Ludvig kosin ársins bassleikari og Rógvi á Rógvu ársins trummuleikari. Harumframt hevur Leivur Thomsen í mong ár verið roknaður sum ein av føroya fremstu gittarleikarum. Teir hava allir tríggir røtur í jazztónleikinum, og fyri eini tíð síðani stovnaðu teir bólkin Jazz Trio. Teir spæla tó eisini við í øðrum tónleikabólkum og eru harafturat støðugt umbidnir sum gestatónleikarar hjá øðrum tónleikabólkum, bæði føroyskum og útlendskum.
Atlantis, Runavík og Norðurlandahúsið
Endamálið við FO-DK Konsertferðunum er at geva føroyskum og donskum tónleikabólkum møguleika at sleppa út at hava konsertir í londunum hjá hvørjum øðrum. Henda veturin hava konsertir verið hildnar í Føroyum, og komandi vetur verða líknandi konsertir hildnar í Danmark. Á konsertferðunum í Føroyum hevur dentur verið lagdur á at hildið konsertir ymsa staðni í Føroyum, og hesu ferð verður farið bæði til Mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík, Býráðssalin í Runavík, umframt at jazzkafé verður hildin í Norðurlandahúsinum.  

FO-DK Konsertferðirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways. Fleiri upplýsingar um konsertirnar kunnu fáast á