Sophisticated Ladies: Kvinnur burturav

- Ein tónleikari er ein tónleikari, og eingin munur er á, um tónleikarin er ein maður ella ein kvinna. At vit so av tilvild bara eru kvinnur í bólkinum, er sjálvandi bara óført, siga lívligu og forvitnisligu kvinnurnar í djassbólkinum Sophisticated Ladies.

Hetta vikuskiftið eru tríggjar spennandi jazzkonsertir á skránni við danska bólkinum Sophisticated Ladies og føroysku Jazz Trio.

Sophisticated Ladies hava spælt saman í 19 ár, bæði sum sjálvstøðugur bólkur og saman við ørgrynna av mætum solistum, sum t.d. Finn Ziegler, Richard Boone og Jesper Thilo. Bólkurin hevur øll hesi árini verið mannaður við Helle Marstrand (kontrabass), Benita Haastrup (trummur og slagljóðføri) og Marie Louise Schmidt (klaver), men við á ferðini í Føroyum er eisini Christina Dahl (saksofon).

- Vit verða ofta kallaðar lastikbólkurin, tí vit skifta alla tíð í millum at vera ein trio, kvartett, kvintett og sekstett, men í løtuni mynda vit eina kvartett.

Tónleikurin fjølbroyttur
Sophisticated Ladies smíða øll løgini sjálvar og fáa íblástur frá nógvum ymiskum tónleikastílum:

- Vit spæla sjálvandi djass, men verða sjálvandi eisini ávirkaðar øðrum tónleiki. Vit eru allar ymiskar og lurta eftir ólíkum tónleiki, og júst hetta endurspeglar seg í okkara tónleiki.

At byrja við høvdu Sophisticated Ladies í fleiri ár ein mannligan sangara í bólkinum, men tá hann doyði, vórðu tær noyddar at finna upp á onnur ráð. Og valdu tær tískil bara at halda á fram við at spæla saman í bólki. So í løtuni spælir bólkurin eittans ljóðføristónleik, ið má sigast at vera rættiliga úrtøkiligur:

- Ja, okkara tónleikur er avgjørt úrtøkiligur og ymiskur - okkurt er romantiskt, okkurt sýrut og rátt. Nøkur løg eru tó skrivað burtur úr ávísum hendingum í gerandisdegnum. Men alt hetta lýsa vit sera væl fyri áhoyrarunum, tá vit spæla.

Bert kvinnur
Sophisticated Ladies er ein tónleikabólkur við kvinnum burturav. Men hetta halda tær ikki vera ein trupulleiki - tvørturímóti:

- Tað er so sanniliga eingin trupulleiki, siga tær allar við ein munn og flenna. - Vit hava ovmikið av monnum kring okkum alla aðrastaðni í gerandisdegnum. Vit spæla eisini í øðrum tónleikabólkum, har menn eru, og tí er tað einastandandi av og á bara at spæla saman við kvinnum. Vit hava eisini sera nógv til felags. Serliga tað, at vit allar eru møður og tónleikarar í einum, er avgjørt ein fínur cocktail. Og tað er við vissu eisini ein stór avbjóðing at eiga børn og samstundis at spæla tónleik á høgum støði. Tilsamans eiga vit níggju børn og hjá Benitu er eitt á veg - men vit hjálpa altíð hvørjari aðrari, tá á stendur.

Í Føroyum eru tað ikki so nógvar kvinnur, ið hætta sær í holt við at stovna ein tónleikabólk við kvinnum burturav. - Men hvussu hava danir tikið ímóti Sophisticated Ladies?

- Tað veldst um hvar, vit spæla. Onkustaðni halda tey, tað er ógvuliga undarligt, men aðrastaðni tykjast flest øll at hava vant seg við tankan, at kvinnur eins og menn veruliga duga at spæla tónleik. At byrja við hugsaðu nógv: "hvat eru hasar kvinnurnar førar fyri at spæla?", men tá flestøll hoyrdu okkum spæla, góðtóku tey okkum eins og aðrar tónleikarar.

Kvinnurættindakonur?
Sophisticated Ladies hava ongantíð strembað eftir at gerast ein kvinnubólkur burturav, men eru heldur á einum máli um, at tað var lagnan, ið ráddi fyri, at tær nú eru saman í bólki:

- Nei, vit kalla okkum ikki kvinnurættindakonur. Tað ljóðar ov neiligt, hóast tað ikki átti at verið so. Tað snýr seg í roynd og veru bert um, at trivnaðurin í einum bólki er góður. Vit hava kent hvørja aðra rættiliga leingi, hava allar gingið á tónlistaskúla saman og vita júst, hvar vit hava hvørja aðra. Tað týdningarmesta er, at tónleikurin kemur í fyrstu atløgu, so dagliga hugsa vit ikki um, at vit bara eru kvinnur í bólkinum. Ein tónleikari er ein tónleikari, og eingin munur er á, um tónleikarin er ein maður ella ein kvinna. - At vit so av tilvild bara eru kvinnur í bólkinum, er sjálvandi bara óført.

Stuttligt at vera á ferð
Sophisticated Ladies hava mangan verið á konsertferð - bæði í Norðanlondum, Evropa og eisini í Afrika, og halda tær, tað er sera áhugavert og stuttligt at vera burtur á ferð:

- Vit hava ferðast sera nógv við bólki okkara, og hevur tað altíð verið sera stuttligt. Á ferðum nýta vit í roynd og veru minst tíð á pallinum, meðan vit ofta hava eina rúgvu av tíð til avlops í bussi, flogfari o.ø. Og tískil er tað frálíkt, at trivnaður er so góður. Vit hittast eisini uttan fyri tónleikalívið: børnini spæla saman, familjurnar halda saman - ja, vit nærum hugsa tað sama, siga tær við einum brosi.

Gleðast um at vera í Føroyum
Klaverleikarin Marie Louise Schmidt var í Føroyum í 2001 og spældi konsert saman við m.a. Edvardi Nyholm Debess og brasilianarinum Egberto Gistionti, men umframt hetta vita djasskvinnurnar sera lítið um Føroyar:
- Vit hava einaferð roynt turt hvalatvøst frá Heðini Meitel, ið gekk á sama tónlistaskúla, sum vit. Tað smakkaði og luktaði ikki so væl, men hóast hetta eru vit sera spentar og gleða okkum at síggja landið í dagsljósi. Tað, vit hava sæð og hoyrt higartil, tykist himmalskt - serliga náttúran. Og vit ætla okkum at taka myndir í hópatali.

--

Hóskvøldið kl. 19 spæla Sophisticated Ladies saman við føroyska bólkinum Jazz Trio í Atlantis í Klaksvík, fríggjakvøldið kl. 21 í býráðssalinum í Runavík og leygardagin kl. 16 í Norðurlandahúsinum. Hetta er fimta FO-DK konsertferðin, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT og donsku tónleikafeløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. Endamálið við FO-DK konsertferðunum er at geva føroyskum og donskum tónleikabólkum møguleika at sleppa út at hava konsertir í londunum hjá hvørjum øðrum.

Sophisticated Ladies:
Marie Louise Schmidt: Klaverspælari
Helle Marstrand: Kontrabass
Benita Haastrup: Trummur og slagljóðføri
Christina Dahl: Saksofon