Sonurin kann taka við

Aksel Johannesen er biðin um at stilla upp, nú pápin, Vilhelm Johannesen, gevst í politikki. Javnaðartingmaðurin Vilhelm Johannesen boðaði herfyri frá, at hann stillar ikki upp til næsta løgtingsval.

Nú skrivar Norðlýsið, at Norðoya Javnaðarfelag hevur heitt á son hansara, Aksel Johannesen, um at stilla upp.

Aksel Johannesen váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur fingið áhitanina, men hann hevur ikki tikið støðu enn.

Á seinasta vali fekk Javnaðarflokkurin 741 atkvøður í Norðoyggjum, og av teimum fekk Vilhelm Johannesen tær 220.