Sonurin fekk arbeiðsuppgávuna

Minnilutin í Tórshavnar býráð vil kanna leiklutin hjá tekniska stjóra í kommununi, Jákup Egholm Hansen, í sambandi við arbeiða at umvæla Gamla Realskúla

Hetta hendir eftir at Dagur og Vika fríggjakvøldið gjørdi vart við, at umvælingararbeiðið av Gamla Realskúla ongantíð varð boðið út, men latið soninum hjá tekniska stjóra. Sonurin er stjóri í byggifyritøkuni Viking Smíð, sum fekk arbeiðsuppgávuna, hóast hon ikki varð bjóðað út. Nú undrast Jan Christiansen, býráðslimur hjá Fólkaflokkinum, á, at arbeiðið at umvæla gamla realskúla ongantíð varð boðið út. Hann vil nú hava málið kannað.