Í dag læt flytingargluggin aftur. Og í kvøld boðar EB/Streymur frá, at felagið í dag hevur leigað ein spælara úr B36.
EB/Streymur skrivar soleiðis:
EB/Streymur hevur í dag gjørt leigusáttmála við B36 um 19 ára gamla Mattias Weihe Joensen. Sáttmálin er galdandi restina av hesum kappingarárinum.
Mattias er vinstrabeintur og kann røkja fleiri ymisk pláss í verjuni og á miðjuni, hevur hóast sín unga aldur í fleiri ár verið fastur maður á næstbesta liðnum hjá B36, sum spælir í 1. deild. Hann hevur eisini spælt 8 dystir í Betri-deildini og 2 í steypakappingini.
Harumframt hevur Mattias spælt 17 U-landsdystir fyri Føroyar.
Sum fleiri munnu vita, so er Mattias sonur høvuðsvenjara okkara Jákup Martin Joensen, so hóast hann er uppvaksin í Havn, so er hann onkursvegna hálvur eiðismaður.
Vit ynskja Mattiasi til lukku við sáttmálanum og hjartaliga væl komnan i EB/Streym, skrivar EB/Streymur í kvøld.