Sonur Michael bleiv til Andreas Laudrup

Andreas Laudrup hevur alla sína fótbóltstíð staðið í skugganum av pápa sínum, danska fótbóltslegendan Michael Laudrup. Í gjár sóu vit, at Andreas Laudrup hevur hug at leita úr skugganum

FC Nordsjælland hevur fingið nógv rós fyri sín djarva spælistíl, sum hevur íblátur frá tí spanska »Tiki-Taka« spæli­stílinum, sum er tekn­iskur fótbóltur har liðið heldur upp á bóltin og spælir nógv avleveringar sína millum. At kalla ongantíð verður bólturin bara sparkaður lang upp í loft.
Tað hevur kostað okkurt máli og fólk hava verið skjót at peika eftir feilavleveringinum. Hinvegin, so er munurin millum eitt nú FC Nordsjælland og Chelsea umleið tey fýra málini, ið skiltu liðini í seinasta dystinum teirra millum.
Tí er tað ikki verri, at FC Nord­sjælland vísur dirvi og heldur fast í somu spæliskipan og spæli hátt.
Í gjár gav tað úrslit, tá danska meistara­liðið megnaði at fáa javn­leik móti Juventus og í stór­um pørt­um av dystinum vóru italiu­menn trýstir.
Tað skal FC Nordsjælland hava stórt rós fyri, tí teir hava heldur ikki somu møguleikar sum eitt nú FCK, tá teir vóru í Champions League. Hetta er eitt lið, sum hevur eitt budget, ið er væl minni enn tað hjá gamla felagnum hjá Toda Jónsson.

Stórur áhugi
– fyri eftirnavninum
Tað hevur altíð verið stórur áhugi fyri Andreas Laudrup. Hann hevur góð fótbóltsevnir og hev­ur um­boðað Danmark á flestu ungdóms­lands­liðunum. Men tað er sjáldan evnini hjá tekniska vonginum, sum skapa áhugan fyri honum. Tað er hinvegin víðagitna eftirnavnið – Laudrup.
Pápin er ongin minni enn Michael Laudrup, sum í síni tíð spældi við stórfeløgum sum Juven­tus, Barcelona og Real Madrid.
Hetta veit 21-ára gamli og yngsti sonurin hjá Michael Laudrup eis­ini væl av. Hann segði tað eisini ber­søgin í dokumentar sending, sum danskt sjónvarp vísti í samband við EM endaspælið í summar.
Andreas Laudrup er ikki ókend­ur í Føroyum. Hann hevur fyri nøkr­um árum síðani verið her í sam­band við U-landsliðsfótbólt og var aftur her við danska U21 lands­liðnum.
»Hvør av teimum er sonur Michael Laudrup?«
Tað var ein tann mest vanligi spurningurin í Gundadali til U21 lands­dystin. Men hann hevur eis­ini avrikað væl móti Føroyum. Í oktobur mánaði 2011 vitjaði før­oyska U21 landsliðið í Aalborg. Før­oyska liðið kom væl frá byrjan, men so gjørdi Andreas Laudrup um seg og átti ein fót í uppspælinum til fleiri av teimum fýra málunum, sum danska liðið fekk.
Eisini í Gundadali vísti hann í løtum góðan bóltførleika, men tað er ilt at minnast aftaná at Róaldur Jakobsen javnaði til 1-1 í evstu løtu.

Úr skugganum
Í tveimum teimum fyrstu dystinum hjá FC Nordsjælland í Champions League byrjaði Andreas Laudrup ikki inni.
»Byrjar hann ikki so mikið sum inni«, hugsaði kanska tey flestu.Hann er jú sonur Michael Laudrup, men byrjar ikki ein gongd ikki á lið­num hjá FC Nordsjælland. Men hevur ungi danin nakran kjans?
Sum 21-ára gamal er hann ein innskiftari á danska meistara­lið­num og hevur spælt við flestu av U-landsliðunum. Tað ljóðar sum ein góður leikari við eini bjartari fram­tíð – um tað ikki verður sett upp í móti avrikunum hjá Michael Laudrup.
Í gjár var so Andreas Laudrup millum teir fyrstu ellivu hjá Kasper Hjulmann, venjara hjá FC Nord­sjælland.
Liðið helst fast í nógv róstu spæli­skipanini og tað passaði væl til vongin við tí kenda eftir­navn­inum.
Fleiri ferðir endar bólturin hjá Andreas úti á vonginum. Hann bjóð­ar av og fleiri ferðir kemur hann til innlegg ella fær spælt bóltin víðari til ein liðfelag.

Perlu fríspark
FC Nordsjælland er omaná í løt­um av dystinum og tað er ikki óuppi­borið, tá Mikkel Beckmann við einum perlu frísparki leggur heima­liðið á odda. Onkur vil kanska sagt, at tað var um eitt Pirlo-fríspark, tí Mikkel Beckmann leggur bóltin róliga, men sera neyvt upp um mann­garð og í málhorni. At tað so var upp um høvdið á júst Andrea Pirlo, at Mikkel Beckmann sendi bólt­in, er so ein onnur søga. Hetta var fimm minuttir inn í seinna hálv­leik.
Eftir málið tekur Juventus yvir og leggur eitt stórt trýst á FC Nordsjælland, sum verjir mann­iliga. Fleiri ferðir tveitta teir seg nið­ur fyri at verja fyri skotum og í mál­inum hevur Jesper Hansen fleiri bjarg­ingar.
Juventus venjarin var í neyð og sá ongan annan møguleika enn at senda Nicklas Bendtner á vøllin. Tíbetur fyri tey nógvu Juventus við­haldsfólkini, so koyrdi hann eis­ini Mirko Vucinic inn. Tað endaði við, at liðskiparin hjá Montenegro megnaði at javna fyri italsku meist­ar­arnar, so hesir ikki fóru sum flongir hundar aftur til Italia. Juventus hevur nú ikki tapt í 48 dystir.

Dribblingin
Tað var serliga ein støða í dystinum, tá Andreas Laudrup staðfesti, at hann ætlar sær úr skugganum á pápa sínum. Hart kroystur rekur hann heilt úti í vinstru síðu, mið­skeiðis á vøllinum. Claudio Marchisio ger tað hann er mentur at steðga danska vonginum. Hann hevur hug at hála og trýsta Andreas fyri at sleppa framat bólt­inum. Men frammanfyri eini fullsettari »C-tribunen«, sum er onnur langsíðan, trillar hann hegni­sliga bóltin millum beinini á Claudio Marchisio og setur ferð á. Italski landsliðsmiðvallarin sær ongan annan møguleika enn at hála í Andreas Laudrup. Gult kort, fríspark til FC Nordsjælland og Andreas Laudrup hevur prógvað, at hann ætlar sær úr skugganum á pápa sínum.
Tað var eisini Andreas Laudrup, sum var feldur, tá Juventus fekk sítt næsta gula kort. Tað frísparkið tók Mikkel Beckmann sær av og restin er vist nokk søga.

Ein Laudrup og annar
Michael Laudrup verður av mong­um mettur at hava verið millum heimsins bestu leikarar. Hann kom umvegis Brøndby til Juventus, har hann eisini var útleigaður til Lazio í eitt tíðarskeið. Síðani gekk leiðin til Barcelona, har Michael Laudrup sló sítt navn fast sum ein av heimsinsbestu, tá hann var ein avgerandi leiklutur í Dream Team hjá Johan Cruyff.
Hann skifti til Real Madrid og spanska meistaraheitið skifti við. Michael Laudrup var høvðus orsøk­in til tað.
Andreas Laudrup hevur næstan ongan møguleika at røkka somu hæddum sum Michael, men tað merkir ikki, at hvørja ferð hann ikki livir upp til pápa sín, so er hann eitt vónbrot. Tað mugu bæði altjóða og teir donsku miðlarnir skilja, og geva manninum ein møguleika.