Bergur Løkke Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen á landsfundi hjá Vinstra í Herning 16. november í 2019, tá tey fagna Lars Løkke Rasmussen, sum fer frá sum formaður í Vinstra. Á myndini síggja vit eisini Bárð Nielsen, løgmann, og Uffe Ellemann-Jensen, sála, sum var pápi núverandi formanni í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen. Bonnerup Claus/Ritzau Scanpix

Sonur Løkke í ES tingið fyri Vinstra

Bergur Løkke Rasmussen, sum er sonur Lars Løkke Rasmussen, er ikki í sama politiska flokki sum pápin. Hann tekur í dag við sum ES tinglimur fyri gamla flokkinum hjá pápanum, Vinstra

 

Bergur Løkke Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen á landsfundi hjá Vinstra í Herning 16. november í 2019, tá tey fagna Lars Løkke Rasmussen, sum fer frá sum formaður í Vinstra. Á myndini síggja vit eisini Bárð Nielsen, løgmann, og Uffe Ellemann-Jensen, sála, sum var pápi núverandi formanni í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen. Bonnerup Claus/Ritzau Scanpix

Feðgarnir Løkke Rasmussen umboða nú hvør sín flokk í Danmark. Hóast pápin hevur vent Vinstra bakið, hevur stovnað nýggjan flokk og er valdur í Fólkatingið fyri nýggja flokkin, so tekur sonur hansara, Bergur Løkke Rasmussen, í dag við sum ES tinglimur fyri gamla flokkin hjá pápanum, Vinstra.

Tað ger hann, tí at Søren Gade leggur ES tingsessin frá sær, nú hann aftur er valdur í Fólkatingið.

Hetta váttar tíðindatænastan hjá Vinstra fyri Ritzau.

Eisini onnur fólk, sum sita í ES tinginum, eru vald í Fólkatingið og leggja tí ES tingsessin frá sær. Tað eru Linea Søgaard-Lidell, sum eins og Gade verður partur av fólkatingsbólkinum hjá Vinstra. fyri hana tekur Kim Valentin, sum er annar varamaður, sæti í ES tinginum.

 

##med2##

Hann var annars fólkatingsmaður til týsdagin, tá hann fall á valinum.

Eisini í Danska Fólkaflokki eru útskiftingar. Har tekur Anders Vistisen við einasta sessinum hjá flokkinum í ES tinginum. Tað ger hann, tí at Peter Kofod, sum var valdur í ES tingið, nú tekur sæti á Fólkatingi, eftir at tað eydnaðist honum at verða valdur týsdagin.

Bergur Løkke Rasmussen er hálvur føroyingur. Mamman Sólrun er dóttir Bergljót av Skarði í Havn og Jákup Petersen í Klaksvík.

/ritzau/

##med3##

 

Bergur Løkke Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen á landsfundi hjá Vinstra í Herning 16. november í 2019, tá tey fagna Lars Løkke Rasmussen, sum fer frá sum formaður í Vinstra. Á myndini síggja vit eisini Bárð Nielsen, løgmann, og Uffe Ellemann-Jensen, sála, sum var pápi núverandi formanni í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen. Bonnerup Claus/Ritzau Scanpix

Alice Vestergaard, mamma Jakob Ellemann-Jensen, Lars Løkke Rasmussen, Bergur Løkke Rasmussen og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á landsfundi hjá Vinstra í 2019

Familjan Løkke Rasmussen: Bergur, Lars, Sólrun, Lisa og Símun Løkke Rasmussen