Sonur Gaddafi skal í rættin

Myndugleikarnir í Libya ætla at koyra nakrar limir í tí gamla stýrinum í rættin. Millum teirra, sum verða stevndir, eru Seif al-Islam, sum er sonur Muammar Gaddafi, og Abdullah Senussi, sum var leiðari í fregnartænastuni hjá Gaddafi-stýrinum. Seif al-Islam (myndin) situr í varðhaldi í Libya, og Abdullah Senussi er í Mauritania.

Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin hevur skuldsett teir báðar fyri brotsverk ímóti mannaættini. Dómstólurin vil hava teir til Haag til rættarsókn, men libysku myndugleikarnir siga, at menninir skulu fyri rættin í heimlandinum.

-Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin kom við sínum handtøkuboðum, tá libyska dómsvaldið lá í sori, men nú kunnu vit sjálvir loysa uppgávuna, segði libyski løgmálaráðharrin, Khalifa Ashur, við tíðindastovuna AFP í dag.