Sonur Gaddafi fyri rættin

Saif al-Islam, sum er sonur fyrrverandi libyska leiðaran Muammar Gaddafi, kemur fyri rættin í næsta mánað. Hann skal fyri rættin í libyska býnum Zintan, har hann hevur sitið í varðhaldi, síðani hann varð tikin í november í fjør.

Libysku myndugleikarnir siga, at ein nevnd undir ákæruvaldinum hevur kannað tey brotsverk, sum Saif al-Islam er ákærdur fyri at hava gjørt aftan á, at uppreisturin ímóti pápanum byrjaði tann 15. februar í 2011. Hann er millum annað ákærdur fyri brotsverk ímóti mannaættini.

Altjóða revsirættardómstólurin í Haag, ICC, hevur givið boð um, at Saif al-Islam skal handtakast. Dómstólurin heldur, at maðurin eigur at koma fyri rættin í útlandinum og ikki í Libya, har hann kann fáa deyðarevsing. Myndugleikarnir í Libya siga hinvegin, at Saif skal fyri rættin har.