Libyska sjónvarpið sigur, at yngsti sonur fyrrverandi einaræðisharan Muammar Gaddafi, Khamis Gaddafi, er fallin í bardaga millum stjórnarhermenn og viðhaldsmenn hjá Gaddafi-stýrinum í býnum Bani Walid, sum er 160 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum Tripoli.
Sjónvarpið sigur, at níggju Gaddafi-stuðlar fullu í bardøgunum, og at tann 29 ára ganli Khamis Gaddafi (myndin) var ein teirra.
Tá Muammar Gaddafi rádi fyri borgum, stóð Khamis á odda fyri teimum servandu hermonnunum hjá libyska herinum. Teir blivu umrøddir sum Khamis-deildin, og hermenninir bóru orð fyri at vera sera harðrendir.
Khamis Gaddafi fekk sær hernaðarliga útbúgving í Russlandi.










