Sonur Gaddafi deyður í NATO-álopi

Saif al-Arab Gaddafi, yngsti sonur Muammar Gaddafi, doyði, tá NATO-flogfør bumbaðu høvuðsstøðina hjá libyska leiðaranum í gjár. Tað sigur talsmaðurin hjá stýrinum og leggur afturat, at trý abbabørn hjá Gaddafi doyðu í sama álopi. Sum skilst var Muammar Gaddafi staddur í húsunum, men slapp óskalaður frá álopinum.

Libysku myndugleikarnir hava almannakunngjørt myndir av teimum bumbaðu húsunum, og tær vísa týðilig tekin um, at tað vóru tríggjar rakettir, sum raktu húsini, skrivar AFP.

Ein talsmaður fyri NATO viðgongur, at NATO-flogfør hava bumbað mál í Tripoli. Hann sigur, at álopið var ikki ætlað nøkrum ávísum einstaklingum, men leggur afturat, at tað er altíð harmiligt, tá álop krevja mannalív.

Saif al-Arab Gaddafi var undir útbúgving. Eitt tíðarskeið gekk hann í skúla í Týsklandi.