Sonur David Beckham partur av hópinum hjá Brentford

Fyri fyrst fer Romeo Beckham at spæla við eykaliðnum hjá Brentford

Sonur David Beckham, 20 ára gamli Romeo Beckham roynir at fylgja í fótasporunum hjá pápanum.

 

Enn er tað stóra gjøgnumbrotið ikki komið. Romeo Beckham hevur spælt 26 dystir fyri eykaliðið hjá Inter Miami. Romeo Beckham hevur skotið tvey mál í hesum 26 dystunum.

 

Romeo Beckham fer komandi tíðina at spæla við eykaliðnum hjá Brentford.

 

Inter Miami og Brentford hava gjørt ein leigasáttmála.

 

So verður spennandi at síggja um Beckham yngri fer at mennast, og fer at fáa møguleikan í Premier League.