TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sonna Larsen, U21 landsliðsvenjara aftaná Sonni Larsen hevði sæð sínar menn tapt 23-32 ímóti Ungarn í bólki B í HM-endaspælinum í Ungarn.
Sonni Larsen heldur, at Ungarn var betra liðið, og vann ein uppibornan sigur á Føroyum. Hann hevði ynskt, at onkrir marginalar, sum brend brotsspørk og brendir frírennarar høvdu fullið okkara veg, men hann slær fast, at hann heldur, at føroysku spælararnir gjørdu hvat teir kundu í dystinum ímóti Ungarn.
Sonni Larsen fegnast um, at liðið nú hevur ein frídag áðrenn HM-áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi, sum verður spæld mikudagin klokkan 14. Sonni Larsen staðfestir, at fraklendingarnir eru skjótari og fimari enn sterku týskararnir, men samstundis ikki líka likamliga sterkir, so tað verður ein øðrvísi uppgáva enn ímóti Týsklandi. Sonni sigur seg ætla, at føroyska liðið skal spæla frítt ímóti Fraklandi, og taka tað sum eina stóra uppliving.










