Sonni: Vit stríddust við tí vit høvdu

(Rás2) Føroyski U21 landsliðsvenjarin ásannar, at føroyska U21 landsliðið møtti einum klassaliði í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá føroyska U21 landsliðnum, Sonna Larsen aftaná 23-29 (8-15) HM-tapið ímóti Noregi í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria.

 

Sonni Larsen er skjótur at viðurkenna, at Føroyar møttu einum klassaliði, og tí var tað sera torført hjá føroyska liðnum at koma til orðanna í fyrra hálvleiki.

 

Sonni Larsen er tó fegin um, at tað eydnaðist at lyfta seg upp aftur til seinna hálvleik, sum Føroyar vunnu við einum máli.

 

- Vit stríddust við tí vit høvdu, samanfatar Sonni Larsen tað føroyska avrikið.